Mentalkanningin ikki liðug

Enn er málið um knívstingaríið í Norðdepli ikki liðugt kanna.

Enn er málið um knívstingaríið í Norðdepli ikki liðugt kanna.

 

- Vit hava avhoyringar eftir at gera enn, og so er mentalkanningin av unga manninum hedur ikki liðug, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti.

 

Tað var sunnumogrinin, 14 juli, at ein ungur maður kom sær inn í eini hús í Norðdepli og fór innar í kamarið hjá einari ungari gentu og vildi stinga hana.

 

Ein annar ungur maður var í húsinum, hann hoyrdi at okkurt var áfatt og fór gentuni til hjálpar, men endaði við eisini at verða stungin.

 

Tey bæði flýddu so oman til ommuna og abban hjá unga dreinginum, men ákærdi knívstingarin helt aftan á temium og kom sær innar í hesi húsini eisini, har hann var um at stinga abban til deyðis.

 

- Vit mugu gera okkara kanningararbeiði liðugt, og tað er tað ikki enn. Nær tað verður dugi eg ikki at siga, men tá vit eru lidnir, verður málið latið juristunum, sum so gera av, nær rættarmálið verður, sigur Bergleif Brimvík.