Tjekkoslovakia er í dag tvey lond, Kekkia og Slovakia. Mong kenna Maluna úr Sjónvarpi Føroya, har hon í mong ár myndaði mentanar¬send¬ingarnar. Fyrst Gluggan saman við Berljót Hentze, og seinni stóð hon sjálv fyri avloysaranum Skáanum. Umframt tær hevur hon stílað fyri mongum øðrum menanarsendingum og lagt rødd til eina ørgrynnu av sendingum bæði í út- og sjónvarpi. Tey seinnu árini hevur Malan starvast á skrá¬deildini hjá sjónvarpinum. Á ungum árum fekk Malan herviliga giktsjúku at dragast við, men hóast hon hevur sett djúp spor og hevur volt nógva pínu, hevur Malan varðveitt sítt víðskygda sinni og ljósu lívsfatan.
Malan er fødd í Vestmanna sum tann triðja av fýra systkjum. Tey mistu tíðliga pápa sín, Martin Johannesen, sum sló út av skipi. Mamma teirra, Annika, var av Djurhuus-ættini í Kolla¬firði. Hon seymaði fyri fólk og gjørdi mangt annað arbeiði fyri at geva børnunum gott í beinið, so tey kundu fáa sær útbúgving. Malan hevur studentsprógv frá studentaskeiði í Keyp¬manna¬havn og er cand.phil. í norðurlendskum frá universtitetinum í Keypmannahavn, har hon búði á Garði megin¬partin av lestrarárunum. Tá ið hon hevði skrivað høvuðsritgerð um føroyskar barnabøkur kom hon heim og var studentaskúlalærari í Hoydølum í donskum. Tað skeiðið í frálærukynstri, sum studenta¬skúla¬lærarar skulu taka eftir loknan lestur, fór Malan niður aftur til Keypmannahavnar at taka á tí bókmentaliga gitna studentaskúlanum Metropolitanskúlanum – tað er har skaldsøgan Det forsømte forår eftir Hans Scherfig fer fram. Mong munnu tey vera sum minnast Maluna sum tann blíða, sáttliga og altíð væl grundaða læraran.
Umframt góða rødd hevur Malan eisini góðan penn. Sum úrslit av granskingarstyrki frá Fróðskaparsetrinum, skrivaði hon ta forvitnisligu greinina “Sum himmalsins fuglar” um upp¬vøkstur í 1950-árunum, tá børnini høvdu góðar umstøður at mennast gjøgnum spæl, sum tey sjálvi skipaðu fyri, samstundis sum nógv kundu fylgja við hvussu foreldrini arbeiddu, tí arbeiðsplássini vóru í nánd og opin. Nakrar skemtiligar søgur við broddi eru komnar frá hennara hond og mangar frálíkar týðingar serliga av yrkistekstum. Við sínum serliga dirvi og skemtingarsama áræði hevur hon sett ferð á á mongum fundum eitt nú á altjóða kvinnu¬stríðsdegnum í heimbygdini, í bátafelagi og í felags¬skapum hjá fólkum, sum eru sjúk og bera brek.
Malan fylgir væl við í bókmentaligum, filosofiskum og politiskum viðurskiftum, og hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri lívskorum og hugsanum víða um. Tí vísti hon ofta samhug við kekkar og slovakar við at møta upp á mótmælisfundum teirra á føðing¬ardegi sínum, meðan hon búði í Keypmannahavn.
Malan eigur dóttrina Ásu, sum er M.Sc. í djóraatburði. Í løtuni starvast hon so langt burturi sum í Uzbekistan.
Vit ynskja Maluni hjartaliga tillukku við degnum og alt tað besta.
Vinirnir










