- Føroyskir politikarar týna tilvitað ella ótilvitað føroyska list og mentan, siga tey fýra Rói Patursson, Jenny Petersen, Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Carl Johan Jensen Fýra fólk, sum vara av føroyskari mentan, rópa nú varskó. Og hvør í sínum lagi eru tey samd um, at føroyskir politikarar tilvitað ella ótilvitað týna tað listarliga umhvørvið í Føroyum. Fyri onkran er orsøkin politisk líkasæla. Fyri onkran annan er talan um ein tilvitaðan politikk, hvørs endamál er at halda listarliga umhvørvinum í Føroyum niðri. Nú rópa tey varskó.
- Tað besta kontrollið er at lata vera við at játta tann neyðuga peningin. Føroyskir politikarar eru ræddir fyri tí fríu listini. Teir ynskja ikki eitt virkið mentunarlív, sigur formaðurin í Rithøvundafelagnum, Arnbjørn Ó. Dalsgarð.
Sum forkvinna á Tjóðpalli Føroya og sum formaður í Mentunargrunni Landsins uppliva tey bæði Jenny Petersen og Rói Patursson, hvussu trongir fíggjarkarmarnir um føroyska mentan eru.
- Við førda politikkinum verða føroysk listafólk hildin niðri, og vit enda skjótt í eini listarligari oyðimørk, sigur Jenny Petersen.
Carl Johan Jensen, rithøvundur, vísir á himmalrópandi líkasælu.
- Politikkurin er, at tað ikki skal vera nakar politikkur. Øll ábyrgdin og virksemið liggur hjá teimum einstaklingum, sum hóast umstøðurnar royna at virka sum listafólk, meðan politiski myndugleikin liggur í fasta svøvni, sigur Carl Johan Jensen.