Menta og Hansam leggja saman

Kapitaleigararnir í Menta spf. og Hansam spf. eru komin ásamt um at leggja fyritøkurnar saman frá í gjár at rokna.

Tað framhaldandi felagið verður MENTA spf.

Við hesum savna tey sínar førleikar og bjóða fram eina breitt samansetta ráðgevingar- og grannskoðanartænastu.

Í Menta spf. fara hervið at starvast 11 fólk, harav tríggir góðkendir grannskoðarar.

Menta,sum varð stovnað í 1987 og sostatt hevur 25 ár á baki, telist ímillum størru grannskoðarafyritøkurnar í Føroyum og veitir tænastur innan grannskoðan, ráðgeving, bókhald, skatt og MVG og aðrar tænastur, ið vanliga fella inn undir grannskoðanaryrkið.

Menta er partur av ERFA samtakinum, sum veitir viðkomandi skeið innan kravdu grannskoðara- og løgfrøðingaeftirútbúgvingina.