MENT í Sumba er afturvendandi tiltak, sum Georg eystan Á er ein stigtakari til. Tiltakið hevur nú nøkur ár á baki og í dag fóru mentanardagarnir, MENT, í Sumba av bakkastokki.
Skráin er drúgv, men úr rúgvuni av nøvnum,sum fara á pall, ella eru at hitta, eru Hennig Thomsen, Nicolina av Kamarinum og Hilmar Jan Hansen.
Eisini fer gamli tónleikabólkurin Starlight á pall. Manningin er savnað til høvið.
Til ber at kunna seg um MENT her: https://www.facebook.com/MENTANAR