Í menniskjum góður tokki í Danmark

Átakið hjá Annlis Bjarkhamar, sum veitir fíggjarliga sperdum familjum í Føroyum hjálp, fær nú eina hjálpandi hond úr Danmark. Í Keypmannahavn fara Gert Róðá og Marin Helena Hentze at skipa fyri tiltøkum í vetur, har allir pengarnir, sum koma inn, fara til Í mennskjum góður tokki

Síðani 2010 hava vit í Føroyum við jøvnum millumbili hoyrt um – og fleiri okkara stuðlað – Í mennskjum góður tokki. Men nú flytir hetta stuðulstiltak seg út um føroysku bøgarðarnar, tí í Keypmannahavn hava Marin Helena Hentze og Gert Róðá tikið stig til tvey tiltøk, hvørs endamál er at savna inn pening til Í menniskjum góður tokki.

- Alt byrjaði við, at vit í føroysku fjølmiðlunum sóu, at nógv ymisk tiltøk vóru um jóltíðir í Føroyum, og at hesi ofta vóru til frama fyri einum góðum endamáli. So fóru vit at hugsa, hví er einki líknandi tiltak í Keypmannahavn, tá so nógvir føroyingar eru her í býnum. Hví ikki gera nøkur tiltøk í Keypmannahavn, har endamálið er at savna inn pening til okkurt vælgerandi endamál í Føroyum?, greiðir Gert Róðá frá.

Saman við Marin Helenu Hentze hevur hann tískil tikið stig til eitt bingo, sum verður í Føroyahúsinum 12. september og eina jólakonsert í Lindevang Kirke á Frederiksberg tann 5. desember.


Føroyskt fyri føroyingar

- Tað var beint fyri jól í fjør, at vit bæði fingu hugskotið. Hví ikki royna at gera okkurt sjálvi, heldur enn at bíða eftir, at onkur annar ger tað? Eg kendi ikki so nógv til Í menniskjum góður tokki, men tað gjørdi Marin. Og eftir at hava hugt nærri eftir hvat tey gera og hvørji tey eru, so var eingin ivi. Í menniskjum góður tokki er heilt rætta endamálið at stuðla. Vit eru hugtikin av arbeiðinum, sum tey gera og allari orkuni, sum tey nýta fyri at hjálpa øðrum. Púra sjálvboðið arbeiði. Tað kunnu vit ikki annað enn beundra, sigur Gert Róðá.

Men hví velja tit at stuðla einum føroyskum stuðulstiltaki, heldur enn einum donskum, tá tykkara tiltøk verða hildin í Danmark?

- Vit hugsaðu eisini fyrst um onkur donsk tiltøk, sum vit kundu stuðla. Men tá tiltøkini, sum vit skipa fyri fyrst og fremst eru føroysk og fyri føroyingar, so var tað so líkatil, at endamálið eisini var føroyskt, sigur Gert Róðá.


Øll arbeiða ókeypis

Tað er longu rættiliga langt síðani, at tey bæði Gert fóru undir fyrireikingarnar til tiltøkini, sum vera í heyst og í vetur.

- Bæði føroyingar og danir hava latið vinningar, einstaklingar og virkir, og undirtøkan hevur heilt góð. Hetta er eisini galdandi, tá tað kemur til tónleikararnar, sum allir hava játtað at spæla ókeypis, soleiðis at mest møguligur peningur kemur inn. Øll onnur, sum hjálpa til, arbeiða eisini ókeypis. Tey flestu í Føroyum kenna eisini til Annlis Bjarkhamar og hennara verkætlan, og vilja gjarna hjálpa, fortelur Gert Róðá, sum vónar at føroyingar í Keypmannahavn fara at taka líka væl í móti tiltøkunum, sum øll tey, ið so ella so stuðla bæði bingo og jólakonsertini, sum Marin Helena Hentze og hann skipa fyri.


------


CITAT

Hví ikki gera okkurt sjálvur, heldur enn at bíða eftir, at onkur annar ger tað?

Gert Róðá

-----


Í KASSAAAAAAA ELLA OKKURT Í DEN DUR


FAKTA:

Gert Róðá er 42 ár, havnarmaður og búsitandi í Keypmannahavn, har hann starvast sum kokkur í Føroyahúsinum. Marin Helena Hentze er 32 ár og úr Vági. Hon lesur ferðavinnufrøði og starvast á skrivstovuni hjá Meginfelag Føroyskra Studenta.


----


Jólakonsertin í Lindevang Kirke:

- hesi spæla tann 5. desember:


Guðrun Sólja Jacobsen & Vocalicious

Kim Hansen

MonkeyRat

Stanley Samuelsen

Ernst Sondum Dalsgarð & Páll Sólstein

Hans Petur í Brekkunum

Mo Millar

Súsanna Herálvsdóttir

Laila Rong Hanna

Rannvá

Heiðrun Petersen & Doria Kvartettin

Lea Kampmann

Margreta á Rógvu og Christan Asmussen