Menniskjansligt mistak legði miðstaðarøkið myrkt

Ógvuliga beklagiligt, sigur SEV

 

- Tað er ógvuliga beklagiligt.

Tað staðfestir Finn Jacobsen, rakstrarleiðari hjá SEV.

Klokkan níggju í morgun fór streymurin í miðstaðarøkinum og hann var burtur í ein hálvan tíma.

Men tað er dýrdarveður í dag og tað var heldur ikki eitt tekniskt brek, sum var atvoldin til streymslitið í morgun.

Tvørtur ímóti var talan um ein menniskjansligt mistak.

Tað hendi nakað so einfalt sum tað, at ein gravimaskina gróv ein kaðal hjá SEV tvørtur av og tí fór streymurin.

Finn Jacobsen sigur við Rás2, at í sambandi við grevstur, hava tey eina fasta mannagongd og tað er at øki, har kaðalar hjá SEV ligga, verða frámerkt væl og virðiliga.

Hesa ferð høvdu fólk frá SEV verið fleiri ferðir á grevstrarøkinum og frámerkt, har kaðalar liggja. Men kortini hendir tað, at gravimaskinan kvettir alt av.

 

- Hetta er ógvuliga beklagiligt, men vónandi hava tey lært av hesum, so tað skuldi helst ikki hent aftur, sigur Finn Jacobsen.