Menniskjaligi kapitalurin út í bók


Granskingarverkætlanin fyri økismenning hevur givið út bók, har hugt verður eftir, hvussu føroyski búskapurin aftur kom á føtur. Føroyska samfelagið er eingin fýrakantað mynd, ljóðar tað frá høvundunum

Útgáva

Meðan kjakið um økismenning enn livir í besta livimáta, er ein nýggj bók um júst sama evnið komin á gøtuna. Granskingarverkætlanin fyri økismenning hevur givið út bókina The Restructuaration of the Faroese Economy. Granskingarverkætlanin hevur í góð tvey ár húsast í Klaksvík, og hetta er eitt úrslitið av arbeiðinum. Frammanundan hesari útgávuni, hevur verkætlanin givið út tíðarrit, eins og annað eisini er gjørt.
Í hesari nýggju bókini verður, eins og heitið eisini sigur, hugt nærri at, hvussu føroyski búskapurin kom aftur á føtur eftir sváru búskaparligu kreppuna, fyrst í hálvfemsunum.
Bókin er skrivað á enskum og hon vendir sær serliga til fakfólk innan samfelagsvísindina, ljóðar tað frá Gesti Hovgaard, ið er ein av oddamonnunum aftanfyri verkætlanina og bókina.
Við góðum hegni til enskt, so ber tað til at fáa nógv burturúr bókini. Tann einstaku kapitlarnir eru skrivaðir soleiðis, at teir kunnu lesast hvør sær.
Bókin nýtir fyri tað nógva sokallað casestudies, har hugt verður eftir ymsum pørtum av Føroyum. Serliga Suðuroyggin fekk umrøðu á tíðindafundi, ið varð hildin mánamorgunin í sambandi við útgávuna.
?Vit vilja eisini við hesari bókini avvísa nógvar av teimum mytum, sum eru um tað føroyska samfelagið. Vit hava lært við okkara kanningum, at tað føroyska samfelagið er ógvuliga egin og fjøllbroyt. Tað ber ikki til at gera eina einfalda svart/hvíta mynd, siga Gestur Hovgaard og Ólavur Waag Høgnesen, sum teljast millum høvundarnar av bókini.
Bókin er ógvuliga samfelagsvísindalig við serligum atliti at sosiologiini. Á tíðindafundinum greiddu teir frá, at teir hugdu serliga at tí sosiala og mentunarliga, ið ger seg galdandi í einum samfelag. Víst verður m.a. í bókini á tann týdning, ið tann menniskjaligi kapitalurin hevur at siga. Hesin hevur verið ein virkandi og stórur faktorur í tí, at føroyska samfelagið hevur reist seg.