Menniskjað í miðdepulin

Við einstaka borgaranum í miðdeplinum fer Javnaðarlistin í Vágs bygdaráð at føra ein politikk, sum setur trivnaðin og vælferðina í hásætið.

Okkara fremsta mið og mál er, at í Vágs kommunu skal vera gott at búleikast hjá øllum borgarum.

Vit fara at leggja dent á at tryggja borgarunum jøvn demokratisk rættindi og menna tær kommunalu tænasturnar.

 


Fyri at náa hesum málum er brúk fyri politikarum, sum bæði duga og tora at taka upp dagsins mál, samstundis sum hugburðurin um tað góða samfelagið ikki verður mistur burtur.

Vit fara at virka fyri at

? gera tað liviligari hjá borgarunum við støðugt at lækka skattaprosentið

? gera tað liviligari hjá familjum við børnum

? hækka barnafrádráttin

? barnagarður verður settur á stovn

Øll størri arbeiði hjá kommuni verða bjóðað út, so mest fæst fyri borgarans skattapening

Havnaútbyggingin skal fremjast so

? vinnuvirki við havnina sleppa at byggja út

? størri skip sleppa til bryggju ? landið skal luttaka í hesi útbygging

Eitt blómandi vinnulív og nógv arbeiðspláss, er ein lívstreyt, men kanningar vísa, at skal ein kommuna vaksa og fólk trívast, so er neyðugt, at lokalsamfelagið t.v.s. kommunan hevur nøkur tilboð at bjóða borgaranum. Tí skal dentur verða lagdur á at stuðla allari mennandi mentan í kommuni, bæði ítrótt, tónleik, leiklist, myndlist o.a.

Farið fjølment á væl og veljið ein sterkan Javnaðarlista til býráðsvalið


Jónleif Augustinussen, bakari

Páll Augustinussen, skrivstovumaður

Kirstin Strøm Bech, lærarinna

Elitha Hjelm, húsmóðir

Marius Kjærbæk, lærari

Petur Ludvig, bilførari

Eyðfinn Mørk, bilførari

Atli Poulsen, sjómaður

Torkil Strøm, maskinmeistari

Esther Suðuroy, lesandi

Niclas Thomassen, arbeiðsmaður

X við lista C