Orðini menningarlæra ella Darwin standa ikki nevnd við einum orði í hvørki sjálvari fólkaskúlalógini.
Føroyski fólkaskúlin, har fólk nýta millum níggju og tíggju ár av lívinum, byggir á eitt lutherskt kristiligt grundarlag við beinleiðis ávísing til føroyska mentan. Føroysk børn eru undirløgd undirvísingarskyldu, og tískil taka vit støðu í fólkaskúlalanun, nú vit aftur venda eygunum móti menningar- og skapanarlæruni eins og greinirnar í Tinghelluni í síðstu viku.
Vit finna hvørki menningarlæru ella skapanarlæru í orðabókini, og hugtøkini fylla ikki tað nógva í dagliga kjakinum, og tað er heldur torført at fáa minni torgreidd sjónarmið, ið kunnu skrivast í fáum setningum.
Innan skúlagátt
Fleiri skúlastjórar í fólkaskúlanum vistu ikki at siga okkum, hvussu skúlin skipaði undirvísingina í sambandi við menningar- og skapanarlæru.
- Tað er vist so ella so, men eg dugi ikki at siga tær, tá eg ikki sjálv/ur undirvísi í lívfrøði, var eitt vanlig svar, vit fingu, tá vit ringdu fyri at fregnast.
Fyri einari viku síðani skrivaði Símun Absalonsen soleiðis:
"Men vælgrundaðar vísindaligar atfinningar móti darwinismu hava trupult við at fáa rúm innan skúlagátt, og tað er kanska eisini lætt skiljandi. Tað kundi tikið skorur undan menningarlæruni, um næmingurin fekk frælsi at hugsa. Flestu skúlalógirnar (eisini tann føroyska) prýða seg við krevjandi heitum andsfrælsi og tollyndi, men praktisera á hesum øki ortodoks fundamentalistiskt meinings-monopol. Skúlin livir sostatt ikki upp til lóggávuna um andsfrælsi og darwinisma hevur sama status innan skúlagátt, sum islam hevur í ávísum totaliterum londum. Í lærubókinum skortar tað heldur ikki uppá lygnir og manipulatión. T.d. kann verða tikið til, at allir vísundamenn við virðing fyri sær sjálvum trúgva á menningarlæruna og at siga nei til menningarlæruna er at siga ja til religión"
Næmingar í føroyska fólkaskúlanum byrja at hava lívfrøði sum sjálvstøðuga lærugrein í sjeynda flokki. Frá fyrsta til og við sætta flokk er lívfrøði partur av lærugrein saman við millum annað alisfrøði.
Føroysku fólkaskúlarnir virka eftir fólkaskúlalógini frá 1997. Umframt sjálva lógina er eisini ein undirvísingarætlan. Tað er Mentamálaráðið, ið letur skúlunum undirvísingarætlanini, men ognastaðni stendur nakað um Darwin ella menningarlæru.
Kunna - ikki ávirka
Jenny Lydersen á fólkaskúladeildini á Mentamálaráðnum sigur, at fólkaskúlin hevur skyldu til at kunna um øll viðurskifti. Ástøðið hjá Darwin kemur oftast upp at venda í framhaldsdeildini.
Sum nevnt áður stendur hvørki Darwin ella menningarlæra nevnd við einum orði í undirvísingarætlanini, sum Mentamálaráðið hevur latið fólkaskúlunum sum eina leiðbeining til at skipa undirvísingina.
- Næmingarnir skulu verða kunnaðir um lívfrøðiligu gongdini og siðalæru, sigur Jenny Lydersen.
Bæði í sambandi við Darwin og onnur vísindafólk og onnur ástøði er meginreglan tann, at lærarar og fólkaskúlin skal kunna - men ikki í nøkrum førum ávirka.
- Tað má so vera upp til næmingarnar sjálvar saman við foreldrunum at taka støðu til, hvat er rætt og skeivt, sigur Jenny Lydersen.
Hon sigur, at næmingar verða kunnaðir um fleiri ástøði eins og um fleiri átrúnaðir, hóast tað er kristnalæran, sum skúlin byggir á. Við nýggju fólkaskúlalógini hoyra aðrir átrúnaðir til undirvísingina í kristni.
Tað er Mentamálaráðið, ið skal góðkenna allar lesiætlarnir í fólkaskúlanum.
Kann vera torført
Uppgávan hjá fólkaskúlalærarum er sostatt at kunna, men ikki at taka nakra støðu. Næmingarnir skulu vita um bæði menningarlæru og skapanarlæru. Vit hava tosað við fleiri lærarar, sum undirvísa í lívfrøði. Teir vilja ikki hava navnið við í blaðið, men eftir hvat Sosialurin skilir, so kann tað tykjast torført at greiða frá bæði Darwin og skapanarlæru.
- Eitt er at kunna, men eitt annað er at kritisera. Næmingarnir eru forvitnir og ikki óvitandi og duga at seta spurnartekin, og oftani kann tað tykjast torført at undirbyggja hugtøkini, sigur ein lærari, Sosialurin hevur tosað við.
Allir lærararnir, vit hava tosað við, leggja eina við, at teirra persónligu sjónarmið vera skild at frá undirvísingini. Hóast nakrir næmingar leggja nógvu orku í tað andaliga í fólkaskúlaárunum, so meta lærarnir ikki, at spurningurin um menningar- og skapanarlæru fyllir nógv í huganum hjá næmingunum.
Ikki sambærilig
Í vikuni hevði Pól Jespersen, cand.scient, studentaskúlalærarin og høvundurin á einari røð av nýggjum føroyskum alisfrøðibókum, viðmerkingar til skriv-ingina í Tinghelluni í farnu viku.
Pól Jespersen leggur í sínum viðmerkingum dent á, at vísindi og átrúnaður eru hvørt sítt. Menningarlæran og skapanarlæran er ikki ein spurningur um at velja annaðhvørt teirra, ella at tað eina útilokar hitt. Tað ber snøgt sagt ikki til at samanbera, heldur Pól Jespersen.
Skrivingin hjá teimum fýra, Símun Absalonsen, Richard Schwartson, Ejvind Mouritsen og Jens Andreasen, fellur sum heild væl uttan fyri tað, ið Pól Jespersen kann taka undir við.
Hann kallar teirra viðmerkingar fyri høpisleysar og langt av leið.
- Eg ætli mær ikki at kjakast vit teir fýra, tí tað ber ikki til at kjakast við fólk, sum vita svarini frammanundan, men eg vóni, at fólk, sum hava skil fyri vísindum, og serliga lívfrøði, fara at taka til orðanna ímóti tí, hesir fýra bera fram, sigur Pól Jespersen.
Tað lata vit so fara víðari. To whom it may concern.