Menninir vunnu seinasta dystin

OYL 15: Seinastu dystirnir í strandflogbólti hava í dag verið

Seinastu dystirnir hjá føroysku strandflogbóltsspælarunum hava í kvøld verið.

 

Og hesa ferð eydnaðist tað føroyingum loksins at fáa ein sigur. Tað var í strandflogbólti hjá monnum, at Jóhan Petur á Stongum og Ólavur Jensen vunnu ímóti Isle of Man. Teir vunnu dystin 2-0, við sett úrslitunum 21-6 og 21-6.

 

Møðgurnar, Randi og Anna Larsen, taptu seinasta dystin. Tær spældu móti Saaremaa og taptu 2-0, við sett úrslitunum 21-8 og 21-8.

Úrslitini í strandflogbólti samanlagt:

Kvinnurnar:

Føroyar-Jersey 0-2

Føroyar-Menorca 0-2

Føroyar-Gotland 0-2

Føroyar-Bermuda 0-2

Føroyar-Cayman Islands 0-2

Føroyar-Saaremaa 0-2

Menninir:

Føroyar-Menorca 0-2

Føroyar-Saaremaa 0-2

Føroyar-Bermuda 1-2

Føroyar-Cayman Islands 0-2

Føroyar-Jersey 0-2

Føroyar-Gotland 0-2