Menninir vunnu á Grønlandi

Oyggjaleikir: Føroyska liðið vann í nátt 3-1 á Grønlandi, eftir at Grønland var á odda 1-0. Tað var ikki uttan at kepma, at føroyska liðið vann dystin. 

 

Føroyar - Grønland: 2-1 (22-25, 25-16, 25-13, 25-22)

 

4. sett:

 Jøvn byrjan upp á 4.sett. Aftur ónøgd við dømingina. 7-7. Liðini skiftast um at vera á odda. 13-11 til Føroyar og Grønland tekur time-out. Leiðslan er nú 21-16 og føroyska liðið sær út til at hava takið á einum annars hart kempandi grønlendskum liðið, sum eisini hevur sínar dystir við dómararnar.

 21-18 til okkara og vit taka time-out, eftr at Grønland hevur vunnið tveir teir seinastu bóltarnar. Tað endar 25-22, eftir tveir spennandi bóltar.

 

3.sett: 

Føroyar fingið eina fína byrjan. Tykjast tendraðir og klárir frá byrjan. føra 6-3. Føroyska liðið setir av álvara Grønland upp á pláss nú. Nú er 16-8 og okkara spæla við yvirskoti, serva væl og móttøkurnar eru góðar.

 Føroyska liðið ger framvegis nakrar feilir, men sum heild er avrikið gott og sett-sigurin er uppiborin.

 

2.sett:

Føroyska liðið fær eina dreyma byrjan upp á 2.sett og kemur á odda 7-1. Føroyska liðið heldur fram at at spæla væl og trýstir Grønland í botn. 15-6 til okkara.

 17-10 og okkara taka time-out, eftir at Grønland hevur vunnið dagsins bólt við tvær ferðir at bjarga í evstu løtu við bóltinum. Dómaraborðið gloymir at geva okkara eitt stig. Tað hendi eisini í fyrsta settinum. Ikki gott frá dómaraborðinum.

 Við millum annað tveimum framúr smasjum frá Suna Juul Pedersen vinnur føroyska liðið 2.sett 25-17. 

 

1.sett:

Dysturin er júst byrjaður. Føroyar eru í bláum, meðan Grønland er í reyðum. 9-5 til Grønland og Romica, landsliðsvenjari, tekur time-out.

 Tað gongur illa hjá føroyska liðnum, sum ikki fær spælið at rigga nú Grønland er á odda 18-13. 18-15 til Grønland, sum tekur time-out. 21-17 til Grønland og føroysk ónøgd við dømingina. Føroyskt time-out.
 Aftur stór ónøgd við dømingina og bonkurin hjá okkum fær reytt kort. Tað merkir at Grønland fær eitt stig og kemur upp á 24-18. Føroyska liðið stíðir seg upp á 24-21. Grønland tekur time-out.
 Vit koma upp á 22, men so serva vit í netið og Grønland vinnur eitt hendingaríkt 1.sett 25-22.

 

Undan dystinum:

Føroyska landsliðið hjá monnum er trýst til at vinna móti Grønlandi í kvøld, um teir skulu gera sær nakrar tankar um at vinna gull. Jóhan Petur á Stongum er ikki tøkur, tí hann fekk ein skaða í tapinum fyri Bermuda í gjár. Í hansara stað sum libero kemur Rói Hentze.