Menninir vóru fullir

Týskvøldið fór glastrevjabáturin, Lambanes, á land á Mjóvanesi. Talan ar um eitt rættiliga álvarsligt óhapp, men teir báðir menninir, ið við vóru, vóru ávirkaðir av rúsdrekka

Teir báðir menninir, ið vóru við Lambanesi, sum týskvøldið fór á land á Mjóvanesi, vóru ávirkaðir av rúsdrekka. Hetta vísir alkoroyndin hjá løgregluni.
? Teir báðir menninir, vórðu testaðir fyri rúsdrekka, og alkometrið vísti ov nógv, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Hvussu nógv »ov nógv« er, vildi vakthavandi tó ikki gera greitt. Sak verður skrivað um málið, og menninir verða ákærdir fyri brot á sjólógina.
Vakthavandi vildi heldur onki siga um hetta var møguliga orsøkin til óhappið.

----------------------------

Bardagi á vegnum
Sunnumorgunin um 4.30 tíðina varð løgreglan boðsend til Húsarhaldsskúlan í Klaksvík. Talan var um ein rút, sum var brotnaður av tí nógva vindinum um vikuskiftið.
Á veg heimeftir aftur kom politiið fram á ein bardaga á vegnum. Tað vóru sundamenn og klaksvíkingar, sum vóru farnir til hendurs og lógu og bóltaðust bæði á vegi og á gongubreyt.

----------------------------

Tikin fyri rúsdrekkakoyring
Sunnumorgunin varð ein bilførari tikin í Kollafirði á veg til Havnar. Hann varð biðin um at blása í alkometrið og vísti tað 3,01?. Bilførarin verður tí ákærdur fyri spirituskoyring.
Annars verður sagt av politistøðini í Havn, at ógvuliga friðarligt hevur verið ógvuliga friðarligt. Somuleiðis verður sagt frá restini av landinum, at friðarligt hevur verið um vikuskiftið.

----------------------------

Nú byrjað ferðslukanningarnar
Í gjár fór løgreglan undir tær stóru ferðslukanningarnar, sum verða nú í november. Ferðslukanningarnar byrjaðu í gjár og halda áfram í 14 dagar.
? Kanningarnar verða gjørdar um alt landið. Bæði á nátt og á degi og tíðliga um morgunin, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík.
Talan erum tær sonevndu paragraff 13 kanningarnar.
? Ferð, dekk, ljós ? alt verður kannað. Men um fólk koyra, sum tey skulu, so hava tey onki at verða bangin fyri.