Menninir úr SuSvim settu met í 4X50 blandað

Menninir hjá SuSvim, svimjifelagið í Suðuroy, settu nýtt føroyskt met á 4x50 m blandað í Klaksvík í kvøld.

 

Hetta vikuskiftið er svimjikapping í Klaksvík, Ægir Open. Svimjarar úr SuSvim, Ægi, Havnar Svimjifelag, Fuglafjarðar Svimjifelag, Reysta og Flot kappast í øllum greinum.

 

Higartil er eitt føroyskt met sett, og vóru tað menninir úr SuSvim, sum tóku sítt egna met. Teir svumu 4x50 m blandað við tíðini 1:50,85.

 

Teir fýra, sum svumu, vóru Rani Jacobsen, bringu, Rói Bech, frí, Rólant Toftum, firvald og Bartal Debes, rygg.