Í kvøld fer Bragdið undir nýggjan rennibólk fyri mannfólk.
- Hesin bólkur er fyri teir, sum ynskja at koma í gongd við at renna meir skipa og saman við øðrum, sigur felagið.
Tey hava áður roynt seg við líknandi bólkum fyri mannfólk, og avgjørdu at taka táttin uppaftur.
- Hetta gjørdu vit fyri nøkrum árum síðan og nú er tíð at gera ein nýggjan bólk. Vit byrja mikudagin klokkan 18 á Tórsbreyt. Annars er ætlanin at venja mikudagar klokkan 18 og leygarmorgnar klokkan 8.30. Vit byrja heilt róligt, tí endamálið er at koma í gongd. Seinri kunnu vit seta okkum mál, siga tey úr Bragdinum.
Tað vera Herluf Jakobsen og Arnfinnur Helmsdal sum leggja lag á og teir gleða seg at koma í gongd










