Hóast danir hava tosað og lóggivið um javnstøðu millum kvinnur og menn í mong ár, gongst tað illa hjá kommununum og amtunum at fáa hesi viðurskiftini upp á pláss.
Tað sæst í einari nýggjari frágreiðing. Hon vísir týðiliga, at í kommunum og amtum er javnstøða ikki galdandi, hvørki í tí politiska partinum ella tí umsitingarliga. Harafturat sæst, at nógvar kommmunur hava onga ætlan um, hvussu tær skulu røkka javnstøðu, hóast kommunurnar sambært lógini skulu leggja eina slíka ætlan annaðhvørt ár. Tær skulu eisini gera eitt yvirlit yvir javnstøðuviðurskiftini, men heldur ikki her verður lógin fylgd.
Ráðharrin í javnstøðumálum, Henriette Kjær, er ikki fegin um innihaldið í nýggju frágreiðingini. Hon sigur, at kommunurnar gera alt ov lítið fyri at bøta um javnstøðuna, og at tær heldur ikki leggja nóg stóran dent á at finna kvinnur til leiðandi størv í kommunalu umsitingini.









