Menninir á Malta

Í morgin fer føroyska manslandsliðið í flogbólti undir fyrsta dystin í EM-undankappingini á Malta

Seinastu dagarnir hava menninir á føroyska a-landsliðinum í flogbólti verið á venjingarlegu í Danmark, har teir hava fyrireika seg til EM-undankappingina, sum verður hildin á Malta.


Nýggj mótstøðulið

Fyrstu dysturin hjá Føroyum verður móti Wales, og verður hann leiktur í morgin, mikudagin.

Hini liðni í bólkinum eru Skotlands, San Marino og Malta.

Føroyar hava áður vunnið á Malta, meðan tað ikki hevur eydnast at vunnið á San Marino.

Wales og Skotland eru nýggj mótstøðulond í flogbóltshøpi.

Á venjingarleguni hevur føroyska liðið leikt nakrar venjingardystir, og tann seinasta av hesum, móti Bæverskov, vann føroyska liðið 3-2.

Venjari hjá Føroyum er rumenski fleyr venjarin, Pasco Romico, meðan Ingvard Eiriksson er hjálparvenjari.

Føroyski hópurin telur 11 mans, og eru hesir: