Menninir hjá Mjølnir bankaðu SÍ

Mest merkisvert var, at menninir hjá Mjølnir í Klaksvík vundu burtur úr SÍ, tí á pappírinum skuldi talan verið um toppdyst. Mjølnir var betra liðið allan dystin, og settúrslitini gjørdust 25-23, 25-17 og 25-19.

 

Í hinum mansdystinum, sum var á Kambsdali millum ÍF og Fleyr, gjørdust menninir hjá ÍF enn eina ferð ov stuttir. Hóast ÍF var á odda í tveimum av settunum, eydnaðist ikki at gera nakað við Fleyr, sum vann tey trý settini 25-22, 25-19 og 25-22.

 

Í Eikliguni hjá monnum er Mjølnir á odda við 12 stigum, SÍ hevur 8, Fleyr 4 og ÍF enn einki stig.

 

Tey fremstu greiðar sigrar

Hjá kvinnunum tók oddaliðið SÍ í Sørvági ímóti TB, og her gjørdist talan um ein greiðan 3-0 sigur við settúrslitunum 25-13, 25-23 og 25-11.

 

Mjølnir, sum er næstfremst, vann á heimavølli í Klaksvík 3-0 á KÍF, og her vóru settúrslitini 25-17, 25-10 og 25-11.

 

Og at enda vann Fleyr, sum er á triðjaplássi, á útivølli 3-0 á ÍF. Settúrslitini vóru 25-21, 25-18 og 25-16 til Fleyr.

 

Í Eikliguni hjá kvinnum hevur SÍ 10 stig, Mjølnir 8, Fleyr 6, Dráttur og TB 4, ÍF 2 og KÍF einki stig.