– Nevnd, venjarar og leikarar meta, at tíðin nú er búgvin at royna nýggjar avbjóðingar, skrivar hondbóltsfelagið í Hoyvík.
H71 boðaði í gjár Hondbóltssambandi Føroya, at felagið ynskir at luttaka í Challenge Cup.
Vanliga liggur 1. umfar í september, 2. umfar í oktober og 3. umfar í november.
Onkuntíð verður 1. umfar ikki leikt – tað er alt eftir, hvussu nógv lið hava meldað til.
Her ber til at síggja, hvussu kappingin í Challenge Cup hjá monnum var í fjør.











