Menninir handan lýsingina

Handan eina lýsing, fjalir ein søga seg. Tað er bert sjáldan, at vit geva okum far um hetta. Hvør hugsar t.d. um lagnurnar aftanfyri, tá djór verða latin vegna flyting ella brúðarklæði verða seld óbrúkt. Sosialurin seti sær fyri at hyggja nærri handan eina lýsing, har ungir havnardreingir søkja guitarleikara

 

Í góðveðrinum hósdagin leitaði blaðmaðurin niðan í Svanga í Havn. Avtalað var gjørd við tveir ungar tónleikarar, ið vóru menninir handan eina lýsing í Sosialinum, har teir sóknaðust eftir guitarleikara.

Avgjørt var at svara uppá lýsingina, ikki fyri at bjóða guitarkunnleika fram, men fyri at kaða afturum lýsingina og kanna, hvat ungir tónleikarar í dag takast við, hvat teir droyma um og hvørjar ætlanirnar eru.

Eitt bilhús við talinum 35, sigur blaðmanninum, at her er tað, at tónleikararnir halda til. Og ímyndin av einum garagubólki troðkar seg fram, men garagan er stongd. Á einum loftskamarið í einum húsum í Svanga í Havn hittu vit teir báðar Sigurd Justinussen og Jan Jensen. Sigurd leikar trummur og Jan leikar bass.


Vilja nú víðari

Teir báðir tónleikararnir eru 15 ára gamlir og vilja fegnir finna ein guitarleikara.

- Vit hava ikki spælt so leingi, men hava tó roynt hetta við at vera í bólki. Eittnú vóru vit báðir og ein limur í bólkium Sideeffect í bólki saman, greiða Sigurd og Jan frá, meðan ein vinmaður teirra, ið eisini er inni, høviskur spyr, um hann skal dempa. Hann situr og spælir við PlayStation.

Maðurin úr Sideeffect hevði tó ov nógv um oyruni og tók seg aftur. Nú vilja Sigurd og Jan víðari og sóknast tí eftir guitarleikara.

Teir báðir ganga í Musikkskúlanum í Djónastovu. Hetta ger, at teir eisini hava rætt at venja har. Einasta krav er, at teir spæla til PopTop konsert og hesar treytir eru teir væl nøgdir við. Til seinastu PopTop konsert leiktu Sigurd og Jan við bólkinum Cement.


Spæla rock á enskum

Spurdir, hvat slag av tónleiki teir leika, siga teir, at talan er um rock.

- Vit eru ungir, so tað undrar kanska ikki, at vit spæla rock. Men tó kann fingraspæl og okkurt akkustiskt eisini koma ímillum. Men talan er ikki um nakað dreingjaorkestur sum soleiðis. Heldur ikki um blues ella main stream, staðfesta báðir.

Sigurd skrivar orð og løg og Jan hevur eisini roynt seg.

- Vit hava roynt at skriva løg. Tekstirnir eru á enskum, sigur Sigurd, men hann veit ikki júst hví. Tað er bara so, at honum dámar betri tað enska, enn føroyska.

- Tað er stuttligt at spæla okkurt, ið ein sjálvur hevur gjørt. Tað er ein av orsøkunum til, at vit vilja gera ein bólk, siga Sigurd og Jan.

- Eg byrjaði at spæla í skúlanum. Tað var stuttligt og tað er tað enn, sigur Jan.

Báðir eru samdir um, at stuttleikin, og tað at vera við og vera í umhvørvinum, er stuttligt og er drívmegin.

Jan byrjaði við at leika guitar, men skifti síðani til bassin. Sigurd hevur ikki leikað trummur so leingi, men trummur hava verið í húsinum leingi, tí stóri beiggin átti tær. So var náttúrligt, at Sigurd royndi seg. Hann vónar at sleppa at læra nótar , men hann hevur ringar royndir av at standa í bíðirøð. Hann stóð í 3 ár til klaver við Musikkskúlan, men vónar, at bíðitíðin er styttri til trummur.


Dreymar

Hvat droyma ungir tónleikarar í Føroyum í dag um?

Sigurd og Jan eru álvarsmenn og teimum nýtist ikki langa umhugsunnartíð og teir halda seg ikki aftur.

- Øll siga, at tey vilja gerast kend. Hetta hevur sjávsagt nakað at siga og er í huganum. Men mær dámar væl at spæla og tað er tað, ið hevur týdning. Blíva vit kendir, so er tað fínt, sigur Sigurd.

. Ja, so er fínt, tekur Jan undir, men minnir á, at lívið undir hattinum hjá stórum feløgum ikki altíð er stuttligt, men kann vera bundið og kravmikið.

PopTop konsertin er ikki stór, men tó...

- Fyri okkum, ið leika, er hon stór. Prix Føroyar er størsta tiltakið í Føroyum innan tónleik og liggur sjálvsagt í huganum, sigur Sigurd, sum tó ikki ljóðar, sum hetta er nakað, ið hann enn hevur hugsað um av álvara.

- Prix Føroyar er eitt gott stað at koma sær fram. Ein góð lopfjøl, metir Jan.


Fingu svar

Teir báðir hava fingið svar uppá lýsingina.

Ein bólkur, ið júst vantar ein bassleikara og ein trummuleikara, hevur sett seg í samband við teir og hetta eru teir spentir uppá.

Spurdir, um teir ikki eru bangnir fyri at missa seg sjálvar burtur, við at fara uppá ein bólk, siga teir, at tað eru teir ikki, men at teir tó hava havt hugsanina frammi.

- Vit vilja ikki broytast og ynskja ikki at broyta nakran. Men riggar tað ikki, so gerst ikki við. Men tað gongur nokk, tí vit kunnu spæla eitt sindur av hvørjum og tað kunnu hinir vónandi eisini, sigur Sigurd.

Enn hendir tó einki, tí ikki fyrr enn skúlin byrjar fatur, sleppa teir inn aftur í venjingarhølini í Djónastovu.


Einki navn

Enn hava Sigurd og Jan einki navn funnið, ið teir kunnu nýta til ein bólk.

- Tað er sera trupult at finna. Vit royndu tað við Sideeffect. Vit høvdu brainstorm, men funnu einki nýtiligt, siga teir báðir.

Teir eru tó samdir um, at navnið skal rigga á enskum og føroyskum, um gjørligt. Sum dømi nevna teir Krit, ið er navn á øðrum bólki.

Eisini skal talan vera um okkuret við meining í, okkurt, ið hugsast skal um. Okkurt, ið setur hugsaninar í gongd.

- Onkur bólkur í USA hevur funnið onkra reglu í onkrari gamlari Inkabíbliu, ella líknadi, sigur Jan og dylir ikki, at hetta metir hann vera á rættari leið.

Uttan mun til, hvat navnið verður, so verður stuttligt at vita, hvat kemur burturúr hjá monnunum handan lýsingina eftir guitarleikara. Fara teir at leika á PopTop konsert, á Prix Føroyum ella gerast teir kendir úti í heimi?

Tá tíðarinnar tám lýsir í, fæst at vita, hvat framtíðin hevur at bjóða monnunum handan lýsingina.

Livst, so spyrst!