Tað er ógvuliga sjáldan, at menn uppsøkja kvinnur, sum eru rýmdar á Kvinnuhúsið.
Tað segði Elin Reinert Planck, leiðari fyri Kvinnuhúsið, tá ið Rás2 hósdagin vitjaði í Kvinnuhúsinum.
- Vit hava ikki so nógv samband við menninar longur, tí teir ringja ikki á Kvinnuhúsið longur, teir royna at ringja á fartelefonirnar hjá kvinnunum, og tað er óguvliga sjáldan, at nakar maður roynir at uppsøkja eina kvinnu, sum býr her, segði hon.
Hoyr reportasjuna av Kvinnuhúsinum við at trýsta á pílin undir myndini.