Menninir fingu bank

Mansliðið í flogbólti varð hólvað ígjøgnum av Saaremaa, men eru kortini við í hálvfinaluni

 

Flogbóltur


Føroysku menninir kundu púra frígjørdir fara á vøllin, har teir skuldu royna at vinna fyrsta føroyska sigurin hjá monnum á Saaremaa.

Hetta varð tó av ongum, og í veruleikanum var tað heldur ongan tíð nær við, at so varð. Føroyingarnir vórðu snøgt sagt settir upp á pláss av einum væl uppløgdum Saaremaa liðið, og spurningurin tykist vera, hvørt okkara fara at hava nakran møguleika, tá teir í hálvfinaluni skulu spæla móti Gotlandi, sum vann hin bólkin framman fyri Áland.

Tann dysturin varð leiktur eftir evstamark okkara hósdagin. Kvinnurnar skulu í sínari hálvfinalu spæla ímóti Gibraltar, og teirra uppgáva tykist vera heldur meira yvirkomulig.