Menninir fáa nógv meiri í løn

Í februar vóru 842 milliónir útgoldnar í lønum. Útgoldna lønin er vaksin støðugt síðani august 2013, tá hon var 600 milliónir krónur.

 

Í tølunum hjá Hagstovuni sæst tó, at menninir framvegis renna undan kvinnunum. Grafarnir vísa greitt, at munurin í lønarútgjaldi veksur. Her er tó ikki tikin hædd fyri, hvussu stórur løntakaraskarin er, men einans samlaða útgoldna lønin. Menninir fingu 549 milliónir krónur, meðan kvinnurnar fingu 294 milliónir krónur í februar í. Hjá báðum kynum er trendurin vaksandi, men meðan hann hjá kvinnunum er voksin við 55 milliónum krónum síðani februar 2013, er útgoldna lønin til menninar vaksin við 200 milliónum krónum sama tíðarskeið.

 

Flestu lønarkrónurnar verða framvegis útgoldnar í almenna geiranum, 261 milliónir krónur. 241 milliónir krónur eru útgoldnar í privatu tænastuvinnunum og 213 milliónir krónur í fiskivinnuni og tilfeingisvinnuni. 127 milliónir krónur eru útgoldnar í byggivinnuni.

 

Ikki óvæntað er tað Suðurstreymoy, sum fær flestu lønarkrónurnar, 323 milliónir krónur. 203 milliónir krónur eru goldnar í Eysturoy og 101 millión í Norðoyggjum. Í Norðstreymoy og Suðuroy er útgoldið beint yvir 50 milliónum krónum og í Vágum beint undir. 30 milliónir krónur eru goldnar til løntakarar uttanlands og eini 10 milliónir krónur í Sandoy.