Vørumessan 2003
Tað var landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, sum setti Vørumessuna 2003. Setanin fór fram seinasta fríggjamorgun ? beint eftir, at hurðarnar í ítróttarhøllini á Nabbi vórðu latnar upp.
Landsstýrismaðurin takkaði fyri, at honum varð litið í hendur at seta messuna, og hann segði seg kenna hetta sum eina gleði og ein heiður.
Hann helt tað vera lívsjáttandi, at handilsstevnur og vørumessur aftur eru á skránni.
- Hetta er ímyndin av, at tað aftur grør um gangandi fót,
sum hann tók til.
At stuðla?
Landsstýrismaðurin vísti á, at endamálið við eini slíkari stevnu er at stuðla føroyskum heilsølum, framleiðarum og umboðum at marknaðarføra teirra vørur og tænastur.
- Handilsliðið er ein sera týdningarmikil partur í samlaðu prosessini at fáa vørur og tænastur út til viðskiftafólkini.
Bjarni legði aftrat, at í handilsliðnum fer mangan fram tann størsta einstaka virðisøkingin, og handilsliðið stendur fyri stórum parti av samlaðu lønarútgjaldingunum.
- Tað er týdningarmikið við slíkum tiltøkum, sum kunnu vera við til at halda positivum hugburði uppi, nú hildið verður, at vit ganga móti verri tíðum.
Hann helt, at myndugleikarnir mangan hava givið hesum tiltøkum lítlan ans ? og kanska hava teir eisini ypt øksl.
- Men eg haldi, at slíkar handilsstevnur og vørumessur
hava sera stóran týdning fyri borgaran og vinnuna sum heild.
Bjarni vísti á, at stórt virksemi á hesum øki er við til at
skapa kapping, sum er sunn fyri borgaran og brúkaran.
- Tá ið brúkarin hevur møguleikar, og tí er vardur í kappingini, minkar hetta um politiska íblandan, har lógarinntriv og umsitingarlig tiltøk oftast skerja virkisfrælsi og harvið avmarka møguleikarnar fyri nýskapan.
Politisk kvaling
Bjarni Djurholm segði, at hann ofta hevur hugsað um, hvørji lyndiseyðkenni merkja vinnulívsfólk og sølufólk ? hesi, sum smidliggera samfelagið og gera tað livandi og spennandi.
Í røðuni kom hann tó ikki við nakrari niðurstøðu í hesum sambandi, men helt, at tann týdningur, at hesi fólk sleppa at virka, eigur ikki at undirmetast.
- Aðrastaðni hevur verið roynt politiskt at kvala hetta lyndi og hugin við at lata statin regulera hetta lívsneyðuga virksemi ? og tey úrslitini kenna vit.
Bjarni tosaði í hesum sambandi um "steinrunnin" samfeløg, har brúkarin onga gleði hevði av virðisøkingini, hann veitti samfelagnum.
- Tí áliggur tað politisku myndugleikunum at fremja karmar, har virkis-og skapanarhugurin sleppa at virka. Menningin av samfelagsbúskapinum eigur at spretta frá einstaklinginum ? og ikki sum boð frá myndugleikunum.
Framhaldandi menning
Landsstýrismaðurin segði seg vóna, at føroysk vinna framhaldandi fer at menna seg, samstundis sum ansað verður eftir, at aktiviteturin verður hildin á einum passandi støði.
At enda ynskti Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, góða eydnu við hesum handilsliga tiltaki og lýsti Vørumessuna 2003 at vera setta.