Menningin heldur fram

Teir ungu og lokalu spælararnir fáa aftur í ár ein týðandi leiklut á liðnum hjá EB/Streymi. Lítil og eingin frágongd hevur verið, og tveir royndir brøður spæla aftur í felagnum

EB/Streymur

Arbeiðið við teimum ungu og lokalu spælarunum í EB/Streymi heldur fram, og venjarin fegnast um, at hann hevur so at siga somu spælarar tøkar í eitt ár afturat.
? Tað var umráðandi fyri okkum, at vit ikki mistu nakrar av okkara spælarum, og so kemur tað væl við, at vit fáa tveir royndar spælarar afturat teimum ungu í ár, sigur Piotr Krakowski, sum aftur í ár hevur ábyrgdina av besta liðnum hjá EB/Streymi.
Ungir spælarar sum Hans Pauli Samuelsen, Marni Djurhuus, Bárður Olsen, Gert Hansen og Hallur Jacobsen fingu seg rættiliga royndar í fjør, og úrslitið var avbera gott. EB/Streymur var til tað seinasta við í kappingini um heiðursmerki, men datt so á seinasta leikdegnum niður á sætta pláss í 1. deild.
? Málið hjá okkum í ár er at fáa eitt enn betri úrslit, enn vit fingu í fjør. Um teir ungu halda fram tí góða innsatsinum og framvegis eru svangir, so rokni eg við einum góðum úrsliti í ár, sigur Piotr Krakowski.
Tveir nýggir royndir
Umframt teir ungu spælararnar hjá EB/Streymi, so halda aðrir ? meira royndir ? profilar fram á liðnum í ár. Rumenski álopsspælarin Sorin Anghel heldur fram, og tað sama gera álopsfelagi hansara, Sonni L. Petersen.
Harafturat verður eisini royndi pólski verjuspælarin Andzrei Pacek aftur á liðnum, Fróði Clementsen tekur eitt ár afturat á Eiði, klaksvíkingurin Gunnar á Steig skal aftur verja málið og hevur nú spælt 100 dystir fyri felagið, og Knút Vesturtún kann bæði spæla í verju og á miðvøllinum.
Harafturat fara brøðurnir Egil á Bø og Finnbjørn Zachariasen aftur at spæla fyri EB/Streym í ár. Egil á Bø spældi í fjør fyri B36, men er nú aftur á heimaleið, og Finnbjørn Zachariasen tekur aftur eitt tørn í bestu deildini, eftir at hann hevur tikið sær eitt sindur av løttum í nøkur ár.
Álopssinnaðu spælararnir Arnbjørn Hansen og Leif Niclasen eru nýggir í 1. liðshópinum, og teir eru tveir afturat av røðini av evnaríkum lokalum spælarum, sum felagið við geva kjansin í fremstu røð.
Dámar væl kappingina
EB/Streymur má roknast millum tey minnu feløgini í landinum, hóast felagið hevur fótað sær væl í 1. deild seinnu árini.
Onkur av teimum smærru feløgunum hava gramt seg um, at tann longda kappingin kann gerast ein vansi fyri feløgini, sum ikki hava so nógvar spælarar at taka av.
? Eg haldi, at tað er rætta at leingja kappingina, og eg vænti ikki, at tað fer at vera ein vansi fyri okkum. Nú fáa spælararnir møguleikan at spæla fleiri dystir, og tað er gott fyri teir. Hetta er ein roynd fyri føroyskan fótbólt, og um tað ikki gongur væl við hesi royndini, so ber til at broyta kappingina aftur, sigur Piotr Krakowski.