Týsdagin 10. november skipar Javni fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, ið ber heitið "Arbeiðsmarknaðurin og menningartarn".
Javni vísir á, at hóast vit dagliga hoyra um, at arbeiðsloysið í Føroyum er metlágt, hevur arbeiðsmarknaðurin brúk fyri meira arbeiðsorku, samstundis sum at fleiri fólk við menningartarni ikki hava nakað starv.
Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk stuðlar undir at fáa fólk í starv, ið annars kunnu hava trupult við at hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og Javni vil fegið við ráðstevnuni varpa ljós á, hvussu fleiri kunnu fáast út á arbeiðsmarknaðin.
Freistin at melda seg til ráðstevnuna, sum verður í Norðurlandahúsinum týsdagin 10. november, er úti týsdagin 3. november.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Fíu Petersen, dagliga leiðaran, og Sigrun Wardum, forkvinnu í Javna.










