Menningarhjálp í Miðlahúsinum

Kunnandi fundur um menn­ing­ar­samstarv í Miðlahús­i­num í kvøld klokkan 20.

Christian Aid er ein sjálv­boð­in hjálp­ar­fel­ags­skap­ur, sum ar­beiðir við men­n­ing­ar­sam­starvi og neyð­hjálp úti í heimi.

Felagsskapurin er skrá­sett­ur í Onglandi, og virk­ar har tørvurin er stør­stur, óheft í mun til re­li­gión og húðalit. Í 2009 fekk felagsskapurin viður­kenn­ing­ina »the Human Accoun­tability and Quality Mana­ge­ment Standard«.

Felagsskapurin kemur nú til Føroyar at kunna um sítt virksemi og um teir møg­u­leik­ar, føroyingar hava at virka sum sjálvboðin ella í starvi hjá felagsskapinum.

Á fundinum í Miðla­húsi­num verð­ur eisini høvi at seta spurn­ing­ar og fáa eitt prát við umboðini, sum koma úr London.

Charlotte Se­ymour vónar, at koma á tal við nógvar føroyingar.