Setti meg spentan framman fyri sjónvarpið hóskvøldið í seinastu viku at hyggja eftir, hvat Kringvarpið fór at borðreiða við, nú teir høvdu lýst við einum evniskvøldi, har føroysk menningarhjálp var á skránniMá siga, at tað var spennandi í sjálvum sær, at okkurt annað var á matarlepanum, enn tey mongu heimligu politisku kjakevnini, embætisligar frágreiðingar og líknandi, sum vit ofta eru ovfóðrað av.
Vit tosa nógv um globalisering. Endiliga eitt dømi um, at globalisering ikki bara merkir at slúka alt rátt, sum kemur uttanífrá inn á okkum, men at vit nú fara út í heim og bjóða okkum fram. Rós til Kringvarpið, at tað lítur út um okkara egna land, og enntá longur enn til okkara grannalond – men til tað fremmanda og ókenda.
Myndir og frásøgur frá fátøkum, heimleysum, foreldraleysum, hungursraktum og krígsherjaðum afrikanarum, síggja vit rímiliga regluliga gjøgnum útlendskar sjónvarpstøðir, men at síggja føroyska kringvarpmanning á staðnum, sum journalistiskt viðger tey truplu viðurskiftini, ið hesi menniskjuni liva undir, ja, tað minnist meg ikki hevur verið í føroyskum sjónvarpi áður – burtursæð frá nøkrum einstøkum sendingum fyri fleiri árum síðani um føroyskar trúboðarar, ið hava virkað í Afrika.
Tað merktist á nøkrum av innsløgunum, at Kringvarpið ikki hevur tær stóru royndirnar at gera tílíkar sendingar, men samstundis vóru onnur av innsløgunum sera góð, hugtakandi og góðu nakað at hugsa um.
Eins og Kringvarpið kundi virka eitt sindur trilvandi, so virkar tað eisini, sum um politiska skipanin er eitt lítið sindur trilvandi, tá ið tað ræður um at finna eina skipan, hvør og hvat skal fáa menningarhjálp og, hvussu alt hetta skal skipast í framtíðini.
Tað var ein skomm, so lítil sum føroyska menningarhjálpin var fyri nøkrum árum síðani (300.000 krónur – og tá var henda lítla upphæddin ofta brúkt til neyðhjálp). At hon kom upp á tríggjar milliónir fyri nøkrum árum síðani er eitt framstig, men eftir mínari meining, átti hon at verið munandi hægri. Vit ríku Føroyar kunnu jú saktans geva munandi meir víðari til teirra, sum líða neyð og liva undur trongum og fátæksligum korum. Kanska henda umrøðan av menningarhjálp í Kringvarpinum, nú fær politikararnar at taka hetta málið fram aftur.
Tað er gleðiligt, at føroyingar gera eitt hjálpararbeiði í øðrum londum, sum veruliga hava brúk fyri hjálp. Gjøgnum hesa sending fingu vit innlit í tvær av hesum verkætlanunum. Tað, sum hinvegin ikki kom serliga týðiligt fram í sendingini, var, at meginpartin av restini av føroysku menningarhjálpini, sum higartil er latin, er farin til danskar og aðrar altjóða felagsskapir, sum føroyingar ikki beinleiðis hava verið ein partur av ella hava ávirkan á. Grundgevingin hevur verið, at landið hevur valt kendar sokallaðar NGO-felagsskapir, sum hava royndir á økinum, og sum landið eisini metir seg hava álit á, sum kunnu tryggja, at peningurin kemur fram til brúkaran.
Misskil meg ikki, almenn føroysk menningarhjálp skal avgjørt ikki bara latast gjøgnum føroyingar og føroyskt arbeiði, ið verður gjørt í einum menningarlandi. Men um bara ein rættiliga avmarkaður partur av menningarhjálpini verður latin henda vegin, so fáa føroyingar og føroyskir felagsskapir, sum gera eitt arbeiði í einum menningarlandi, lítlar og ongar royndir og verða meira ella minni avskornir frá almennum stuðli í framtíðini – og tað er ein skomm.
Henda nýggja royndin hjá Kringvarpinum at seta menningarhjálp á breddan er vælkomin – hóast tað ikki er neyðugt at gera eina nýggja tríggja-tíma maratonsending, tí so ganga helst aftur alt ov nógv ár, áðrenn nakað líknandi verður aftur á skránni.