Mennast til eitt sjálvstøðugt lív

Tey sjey búfólkini, sum higartil hava búð á Rásini, fáa nú tilboð um at leiga Tryggingarfelagnum Føroyar í Saltangará.

Hetta er vorðið greitt, eftir at tey í mangar mátar hava verið í leysum lofti síðani nakað undan jólum í fjør.

Fríggjadagin var komið hartil, at Annika Olsen, almannaráðharri kundi kunna tey avvarðandi og felagið Javna um nýggja tilboðið.

- Eg eri ómetaliga fegin um loysnina, sum brýtur upp úr nýggjum, og ger upp við siðbundu sambýlini. Tað hevur eydnast at finna eina loysn við góðum framtíðarmøguleikum, sum gevur teimum ungu virðiligar umstøður at virka undir við millum øðrum atgongd til egi vesi og bað, sigur Annika Olsen.

Bústaðartilboðið verður eitt slag ungdómsíbúðum til ung við serligum avbjóðingum. Við hesum kunnu hesi ungu, við serligum avbjóðingum verða ment til eitt sjálvstøðugt lív.

Ætlanin er tí at gera eina námsfrøðilig menningarætlan fyri tann einstaka.

- Soleiðis kunnu tey gerast før fyri, í tann mun, tað er møguligt, at fáa til vega egnan bústað í framtíðini, vísir Annika Olsen á.

Húsalánsgrunnurin fer at leiga bygningin frá Tryggingarfelagi Føroyar. Sostatt verður tað Húsalánsgrunnurin, sum fer at umsita leigumálini í bygninginum.