Er besti lærihátturin hjá børnum at stimbra tey við lærdómi sum skjótast ella at geva teimum frítt spæl sum longst?
Júst hetta kjakið er kyknað aftur eftir ein fyrilestur hjá Dion Sommer farna fríggjadag, sum tók upp hetta evni.
Kjaki um forskúlar hevur verið afturvendandi, og formaðurin í Lærarafelagnum fanst hvassliga at kanningunum, sum verða nýttar í kjakinum.
Hann metti ikki, at frítt spæl kann vera eitt endamál í sær sjálvum, og eiheldur, at kjakið kundi býtast so grovt sundur, sum tað hevur verið.
Jógvan Philbrow, fyrrverandi nevndarlimur í Pedagogfelagnum, heldur at fría spæli veitir betri innlæringarmøguleikar enn skipaða læringin. Hann var gestur í tíðindunum á Rás 2 í dag og greiddi frá sínum sjónarmiði.










