Føroya Skúlabókagrunnur gevur út spøl til børn í aldrinum 4 ár og eldri. Spølini eru vælegnað at spæla heima, tey kunnu nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spølini eru stimbrandi og mennandi. Eisini stimbra tey málið og minnið, og barnið lærir at hugsavna seg, at stava og at rokna.
Talan er um sonevnd Educa spøl, sum eru sponsk dygdarspøl, ið verða framleidd á óteljandi málum og til heimsmarknaðin. Nú eru hesi spøl á fyrsta sinni á føroyskum og úr føroyska umhvørvinum. Spølini eru seks í tali: Minnisspæl, myndaspæl, At skyna á klokku, Øvut, Mær dámar at rokna, og Orð og mynd.
Tove Askham hevur teknað myndirnar til Orð og mynd og At skyna á klokku. Hestprent hevur staðið fyri umbróting og prentumsiting. Maibritt Svabo Egholm, Jacoba Funding, Ása í Jákupsstovu og Joan Kannuberg hava føroyskað. Spølini eru slitsterk og fittlig. Hvørt spælið kostar 68 krónur.










