Mennandi spæl

Tað er felagið Simprentis, ið stendur handan simulatorspælið Xplore. Ólavur Ellefsen leggur spælið til rættis, og fylgir við í kappingini ímillum miðnámsskúlarnar.

? Eg haldi, at næmingarnir fáa sera nógv burturúr hesum døgunum, tá teir sita við Xplore. Teir læra um olju, sum má sigast at vera rættiliga relevant í hesum døgum, og teir læra eisini at samstarva. Bæði innanhýsis í bólkunum, men eisini bólkana millum, tí tey skulu jú forhandla um oljufeltini. Alt fyrigongur á enskum, so hetta er eisini góð venjing í enska málinum, sigur Ólavur Ellefsen, fyriskipari.
Hann greiðir frá, at hetta er triðja árið at Xplorer kappingin er í gongd.
? Fyrsta árið vóru tað bara føroyingar við. Næsta árið vóru nakrir útlendskir skúlar, og í ár hava vit luttakarar úr Spania heilt norður til Grønlands, sigur Òlavur.
Hann leggur afturat, at um tilmeldingar freistin ikki var so stutt í ár, so høvdu tað við vissu verið enn fleiri útlendskir skúlar við.
Eitt, sum kanska er sermerkt, er, at tað ár hvørjum ári, hava verið føroyingar, sum hava vunnið.
? Hini londini halda kanska at vit geva føroyingunum onkrar fyrimunir, men tað gera vit altso ikki. Tað er eisini rættiliga lætt at gjøgnumskoða, tí alt gongur fyri seg á netinum, staðfestir Ólavur.
Spælið hevur tríggjar sponsorar, sum í ár eru Dong, DTU og Mentamálaráðið. Hetta ger, at skúlarnir ikki nýtast at gjalda fyri luttøkuna.
? Tað er greitt, at tú lærir betri, tá tú hevur tað stuttligt, og tá tú veruliga fært sett teg inn í hvat tað er sum hendir. Tí eri eg heilt vísur í, at spælið er sera mennandi, sigur Òlavur Ellefsen at enda
eysñ