Klaksvík:
Fundurin varð hildin í hølum Húsmøðrafelagsins, og um einar 50 kvinnur mundu vera tilstaðar.
Rúna Sivertsen legði fyri við at greiða frá um tingarbeiðið. Síðani greiddu aðrar kvinnur, sum eru aktivar í politikki frá sínum arbeiði, og ikki minst hvussu tað er at stilla upp, verða vald og síðani at byrja lívið sum politikkari.
Tá tær vóru lidnar at greiða frá, var ein spurnarrunda og kjak um, hví so fáar kvinnur eru aktivar í politikki, og hvat kann gerast fyri at økja um talið á teimum.
Nógv uppskot
Bjørt Samuelsen, orðstýrari, bað áhoyrararnar koma við orsøkum til, at kvinnur ikki stilla upp.
Har komu fleiri. Alt frá at kvinnur ikki yvirskoða tað við smábørnum, heimi og fulltíðarstarvi við síðuna av til at tær ikki tora inn í politikkin, tí har mest sum bara eru menn.
Hetta við monnunum og muninum á kynunum gekk eisini allatíðina aftur. Bæði á tí skemtiligu síðuni og tí meiri álvarsomu. Til tíðir hevði ein líkasum hug at minnast aftur á Pipar og Salt og teirra: Fyri tað um tú hevur tey betru argumentini, so havi eg rætt.
Nógv tos var um, hvussu menn megna tað politiska arbeiðið, hvussu teir ikki ræðast eina mikrofon, hvussu teir ikki smæðast burtur við at føra seg fram, hvussu torført tað kann vera at fáa tey sokallaðu bleytu virðini ígjøgnum, tá ov fáar kvinnur eru í somu nevnd og so framvegis. Álvarin í øllum hesum skal tó takast við fyrivarni, men sumt av tí lat veruliga til at vera ein trupulleiki í politiska arbeiðinum, sambært luttakandi kvinnunum á hesum fundinum.
Ein av kvinnunum við pallborðið tók skemtandi til, at um ein vísti tó snildi og royndi at tosa um til dømis barnaansing sum ein part av einum vinnurekandi politikki, so kundi tað gera tað lættari at fáa tað ígjøgnum.
Tungt við fáum
Felags fyri allar kvinnurnar, sum luttóku á fundinum var, at tær allar tosaðu um, at politiska arbeiðið var tungt, tá so fáar kvinnur eru aktivar. Eisini høvdu meginparturin av teimum av fyrstan tíð sagt nei, tá tær vórðu bidnar at stilla upp. Men tær løgdu dent á, at tað er bæði spennandi og áhugavert at arbeiða í politikki. Serliga tí tær kenna, at tær kunnu gera mun við at ávirka nøkur samfelagslig viðurskifti.
? Vit hava nú til dømis verið tríggjar kvinnur í býráðnum í Klaksvík. Hóast onkur hevur sitið í minniluta og onkur í meiriluta, so hava vit altíð samstarvað væl, men tað er øgiliga tungt, tá vit bert eru tríggjar út av ellivu. Eg ivist ikki í, at tað hevði gjørt stóran mun, um býtið kanska hevði verið fimm og seks, segði Eyðgunn Samuelsen, sum hevur sitið í Klaksvíkar býráði í átta ár. Hesum tóku bæði Jórun Høgnesen og Betta á Dalinum undir við. Betta og Eyðgunn komu í býráðið í somu setu, og tær løgdu dent á, hvussu væl samstarvið teirra millum í nevnd hevur virkað, hóast tær eru í meiri- og minniluta.
Skúling
Tosið snúði seg sjálvandi øgiliga nógv um, hvussu stórur grundleggjandi munur tað er á monnum og kvinnum.
Nógv varð ført fram, um hvussu menn tora betur enn kvinnur. Fleiri ferðir varð víst á, at hetta við at skula ella noyðast at hava tjekk á viðurskiftunum, áðrenn ein fer inn í tey, er kanska nakað serliga, sum liggur til kvinnurnar heldur enn menninar.
Jórun Høgnesen kom við hugskotinum, at tað kanska kundi hjálpt, um kvinnur byrjaðu í tí politiska arbeiðinum handan leiktjøldini. Hon greiddi frá, at tá tað kemur til arbeiðið í teimum ymsu feløgunum aftan fyri flokkarnar, er nógv at gera. Somuleiðis nógv at læra, legði hon afturat. Sjálv var hon formaður í Norðoya Tjóðveldisfelag, áðrenn hon stillaði upp.
? Eg haldi so avgjørt, at tað kundi verðið eitt slag av politiskari skúling at arbeitt aftan fyri fyrst. Tí man kann veruliga fáa nógv við og læra nógv av tí arbeiðinum. So um ein kvinna hevur áhuga, men ikki torir so væl, kundi hetta verðið ein góð byrjan, helt Jórun fyri.
Álvari og gaman
? Allar kvinnurnar, sum sita her í kvøld, hava, sum tit síggja, lært ikki at verða bangnar, tá tær fáa eina mikrofon í hondina. Men uttan iva hava tær einaferð verið tað, helt Bjørt Samuelsen, fyri. Hon var eisini skjót at leggja afturat, at tað ikki er galdandi bert fyri kvinnur. Hetta var eisini nakað, sum tær royndu at fáa fram. At tær sjálvar einaferð vóru bangnar. Men at har er nógv og góð hjálp at heinta, um ein dugir at finna hana og taka í móti henni.
Onkur vísti á, at tað ikki var so lætt bara at stilla upp. Ein mátti eisini hava okkurt upp á hjartað.
? Haldið tykkum framat. Tað er onki at vera bangnar fyri, og um tit onki hava upp á hjartað frammanundan, so fáa tit tað, segði ein harðmælt Mamy Dahl Sørensen, og láturin rungaði í salinum.
Luttakararnir á fundinum greiddi hvør í sínum lagi frá, hvussu tað bar til, at júst tær vórðu uppstillaðar. Nógv av tí vakti miklan látur, og serliga Betta á Dalinum, sum kom nakað tilvildarliga upp í politikk fyri átta árum síðani. Hon greiddi frá, hvussu tað var at koma púra óvæntað í býráðið og enntá í meirilutan. Hennara frásøgn var sera undirhaldandi, og hon fekk tað at ljóða stuttligt og lætt.
Fingu nógv burturúr
Fundurin vardi í tríggjar tímar, og sum sagt vóru tað mest politikararnir, sum høvdu orðið. Teirra uppgáva hetta kvøldið var jú at eggja kvinnum til at fara upp í politikk ella fyri tað minsta stilla upp til eitt val.
Sjónarmið vóru eisini frammi um, hvat kann gerast fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk. Onkur helt, at tað er púra logiskt, at fyri at fleiri kvinnur skulu verða valdar, so mugu so nógvar sum gjørligt stilla upp. Hetta hildu aðrar ikki vera so sjálvsagt og vístu til dømis á listar, har einar fýra kvinnur hava verið á. Men tá so valúrslitið kom, var ongin teirra vald. Men tilsamans var talið á atkvøðum nóg mikið til meira enn eina kvinnu.
Onki ítøkiligt uppskot um loysn upp á júst hetta kom fram, men tosið gekk aftur og fram um orsøkirnar til hetta.
Endamálið við fundinum, sum varð hildin undir heitinum "Tað er bara eitt menn", var at fáa fleiri kvinnur at stilla upp og at verða valdar. Um tað endamálið varð nátt mánakvøldið er ilt at siga nakað um, men í øllum førum mundu flestu kvinnurnar fara út aftur nakað klókari og meira vitandi um politiska arbeiðið hjá kvinnum enn frammanundan. Allar lótu í øllum førum væl at fundinum.
Jórun Høgnesen helt at enda fyri, at um hesin fundurin hevði fingið onkrar kvinnur at stilla upp, so hevði hann næstan nátt sínum endamáli, sum er at fáa fleiri kvinnur valdar.