Sambært uppskotinum so skal setast ein nevnd av bygdaráðslimum at gera eitt tilmæli um, hvussu kommunan kann skipa eina fasta vinnu- og menningarnevnd.
Bygdaráðið tók undir við hesi ætlanini, og nú er tað so uppgávan hjá hesi nevndini at gera eitt tilmæli um, hvussu víðari skal farast fram í hesum máli. Í nevndini sita teir tríggir bygdaráðslimirnir Jógvan Páll Joensen, Sune Jacobsen og Erik Davidsen.