Menna nýggja stýriskipan til føroyska elkervið

Elfelagið SEV og størsta danska orkufelagið, Dong Energy, eru nú farin undir ítøkiligt fýra ára samstarv á fleiri økjum. Tað skrivar SEV á heimasíðu sínari. Feløgini hava síðan tá sett fýra arbeiðsbólkar, ið skulu kanna ymisk viðurskifti í sambandi við vindmyllur, vindforsøgnir, elbilar og nýtt eftirlitsrúm til SEV.

Arbeiðið at gera projekt av einum nýggjum eftirlitsrúmi er farið í gongd, og ætlanin er at hava eitt konsept klárt í 2013.

Talan er um eina nýmótans stýriskipan, ið kann handfara og stýra orkuframleiðsluni, bæði við núverandi og nýggjum framleiðsluhættum, innan tildømis vind- og vatnorku, sjóvarfalsorku, vind-vatn pumpuskipan og sólorku.

Nýggja stýriskipanin skal eisini umfata samskifti við brúkslutir, eitt nú hitapumpur og elbilar og skapa eina optimering úti á framleiðslueindunum. Felags heitið fyri hesi verkætlan er»Smart Grid«, ið stendur fyri eini intelligentari stýring av orkuskipanini, sum skapar samspæl milum ymisku framleiðsluhættirnar og orkunýtsluna hjá virkjum og privatum.

Væntandi fer ein slík skipan at skapa møguleikar fyri at økja munandi um nøgdina av varandi orku.

Kanningarnar av vindorku og veðurfortreytunum fyri hesum snúgva seg í fyrsta lagi um at kanna møguleikarnar fyri at optimera núverandi vindmyllur, so tær kunnu stýrast neyvari enn í dag.

Í hesum sambandi skal projektbólkurin eisini gera spesifikatiónir til nýggjar vindmyllur, so tær lúka ásettu krøvini frá SEV og Dong Energy.

Føroyska umboðið í projektleiðslubólkinum, Terji Nielsen, verkfrøðingur á SEV, sigur, at fyrstu ávegis úrslitini av ymsu kanningunum væntandi verða klár næsta ár, men hildið verður fram við samstarvinum til 2013.