Injektor er annað enn bara trollemmar. Fyritøkan hevur í umleið eitt ár arbeitt við at menna eina nýggja skipsskrúvu, sum ætlandi skal verða oljusparandi fyri skipini.
- Skrúvan er baserað upp á somu prinsippir sum lemmarnir. Ætlanin er at geva skrúvuni fleiri snúðningar, uttan harvið at økja um oljunýtsluna. Hetta skal gerast á tann hátt, at tú fær gjøgnumstreym gjøgnum skrúvuna, har tú hevur eina øking av vatnferðini soleiðis, at tá vatnið kemur út úr skrúvuni, ger tað eitt trýst motsattan veg, sigur Jan Allan Müller.
Saman um tikið verður talan um eina effektivari skrúvu og eina orkusparing. Ætlanin er komin so mikið áleiðis, at skalaroyndir nú verða gjørdar í muninum 1:1 til testingar.
- Vit hava testað á telduni og hjá granskingarstovum í Danmark, men vit skulu eisini gera royndir við skrúvuni í veruligari stødd, sigur Jan Allan Müller.
Hann sigur, at vinnan sjálvandi er áhugað, tá tað snýr seg um oljusparing.
- Skrúvan sær sjálvandi øðrvísi út enn vanligar skrúvur. Tað gjørdu lemmarnir eisini í sínari tíð. Tá var eisini nakað av skepsis, tí teir sóu heldur undarligir út, øðrvísi enn vanligt. Men tað hevur man vant seg við nú, sigur stjórin í Injektor.
Tølini higartil vísa eina sparing upp á 10% og uppeftir. Nágreiniliga hvussu stór sparingin verður er ilt at siga, men í hvussu er 10% og meira.
- Vit arbeiða í løtuni við at fáa avtalu í lag um at testa skrúvuna í einum skipi. Ein av íleggjarunum í Injektor er eitt kemikalie- og tangareiðarí, sum hevur eini 8-9 skip, so tað hevði verið náttúrligt, um tað verður eitt av hansara skipum, sum testar skrúvuna, sigur Jan Allan Müller.
20% sparing
Jan Allan Müller greiddi í klimaráðstevnuni frá, at lemmarnir eru bæði orkusparandi og umhvørvisvinarligir, tí teir ganga ikki so nær botninum, sum aðrir lemmar.
- Hetta er baserað á hagtøl. Í mun til traditionellar lemmar, sum man nýtti fyrr, er oljusparingin umleið 20%, lemmarnir ganga eisini leysari av botninum, enn aðrir lemmar gera. Tað vísir kanadiska kanningin eisini, sigur Jan Allan Müller.
Kanningin, hann sipar til, er ein frágreiðing, sum kanadiska fiskimálaráðið hevur latið gjørt. Fiskað varð í NAFO-øki eftir rækjum, og við Injektor lemmum nýttu teir 20 skógvar eftir 70 døgum, meðan teir við øðrum lemmum nýttu 150 skógvar eftir somu tíð. Tað svarar til 7,5 ferðir so nógv.
- Tað gav reiðarínum eina sparing upp á 30.000 kanadiskar dollarar, umframt eina oljusparing upp á 20%, sigur stjórin í Injektor.
Føroyska fyritøkan er førandi á norðuratlantiska marknaðinum, og teir eru eisini komnir inn á marknaðirnar í Kanada, Alaska, Russlandi og aðrastaðni.
- Tað sær gott út. Tíðirnar eru sjálvandi ikki tær bestu, og oljuprísirnir eru høgir, og tí er tað rættiliga aktuelt við framleiðslum, sum eru oljusparandi. Men man er ikki so tyngdur á fjarmarknaðinum, sum man er her. Í Russlandi, Suðurkorea og Suðuramerika eru lønirnar til manningina munandi lægri, og tað vigar upp móti høgu oljuprísunum, vísir Jan Allan Müller á.
Endurnýggja seg
Tað finnast eisini aðrir framleiðarar av orkusparandi lemmunum, men tað heldur Jan Allan Müller bara er gott.
- Tað er gott fyri skipini og umhvørvið og brúkararnar. Men munurin millum okkum og kappingarneytarnar er, at vit rímiliga ofta fornýggja okkara framleiðslur. Nú hava vit í tvey ár havt eina framleiðslu, sum nevnist Skorpión, og hon hevur víst seg at virka væl. Men vit fara kortni at koma við einari nýggjari framleiðslu í heyst, sum er ein betran av teimum lemmum, vit hava í dag. Vit royna alla tíðina at vera framman fyri okkara kappingarneytar í góðsku, tí tað er ikki altíð tað er rætt, at kappast í prísi, sigur Jan Allan Müller.
Stjórin í Injektor metir, at góðir 300 trolarar í dag nýta lemmar frá fyritøkuni, men tað er kortini bara ein dropi í havinum í mun til, hvat potensialið er.
- Tað finnast í dag einir 11.000 trolarar, harav einir 6.500 eru pelagiskir trolarar. Teir eftirverandi 4.500 eru sostatt botntrolarar. Ein stórur partur av hesum eru í Asia, Suðurkorea og Suðuramerika, sigur Jan Allan Müller.
Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at fyritøkan, umframt at framleiða lemmar í Vági í samstarvi við SP/F Rock, eisini hevur framleiðsluvirkir í Litavia og Kina.
- Góðskan er kortini standard fyri allar lemmar, vit framleiða. Fyrimunurin er styttri og bíligari frakt á asiatiska marknaðin úr Kina, sigur Jan Allan Müller, stjóri í Injektor.