Menna havnalag til olju og ferðavinnu

Runavíkar kommuna ætlar at menn havnaøkið í framtíðini. Endamálið er millum annað at fáa fleiri ferðamannaskip á vitjan og tryggja inntøkur frá fremmandum skipum. Tey seinnu árini hevur ein kunnað staðfest, at virksemið hjá Runavíkar havn minkað, og harvið eisini inntøkurnar.

- Tá so flutningsfeløgini haraftrat valdu Tórshavn sum einastu av- og innskipingarhavn, gjørdi hetta sjálvsagt skák í inntøkurnar hjá fleiri havnum kring landið, staðfestir borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen.

1. august fekk Runavíkar havn nýggjan havnameistara, Tórbjørn Jacobsen av Glyvrum. Saman við honum hevur kommunan umrøtt spurningin, hvussu ein kann økja um inntøkurnar hjá havnini.

- Ætlaninar eru fleiri, vísir borgarstjórin á.

Í hesum sambandi er millum annað avgjørt, at gera eina virkisætlan, sum hevur til endamáls at skipa undirstøðukervið undir hesi nýggju vinnu, og at staðfesta, hvussu vit ítøkiliga kunnu fáa Runavíkar havn til eina áhugaverda ferðamannaskipahavn. Hendan virkisætlan verður liðug fyrst í 2011.

Hinvegin kann eisini staðfestast, at nógv virksemi hevur verið á oljuútgerðarhavnini. Hevur hevur fyritøkan Atlantic Supply Base havt út at gera, og vónað verður at so verður eisini í framtíðini.