Fólkaheilsuráðið er í vikuni vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu fyri embætisfólkum og øðrum starvsfólkum úr norðurlendskum fyrisitingum. Talan er um ráðstevnuna Nordisk rusmiddelseminar, ið byrjar mikudagin, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna setur stevnuna.
Londini í samstarvinum eru Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland, Ísland og Føroyar. Ráðstevnan verður hildin á hvørjum ári og skiftir ímillum hesi londini, upplýsir Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi.
Gestirnir eru um 40 fólk í tali og eru tey málsviðgerðar, ráðgevarar og fólk, sum taka avgerðir á økjum, ið viðkoma rúsevnum og rúsevnismisnýtslu.
Endamálið við ráðstevnuni og norðurlendska samstarvinum er at menna fyribyrgingararbeiðið í norðurlondum, upplýsir Fólkaheilsuráðið.
Tað verður gjørt við millum annað at skapa forum fyri fyribyrgingararbeiði og umrøða strategiir, hættir og ástøði, at deila royndir frá fyribyrgingarátøkum, programmum og samskipan, sínámillum kunning um dagsins spurningar og ætlanir og umrøða ábendingar og menning í Evropa sæð við norðurlendskum brillum.
- Seminarið snýr seg um fá, men stór evni. Fyrilestrahaldarar lýsa hvør sítt evni, og tað verður eisini arbeitt í arbeiðsverkstøðum fyri at fara í dýpdina við ávísum evnum og harvið luta royndir hvør hjá øðrum landanna millum, skrivar Fólkaheilsuráðið.