Spenningurin var stórur, tá hesi 13 børnini í Sjóvar kommunu runnu yvir í frítíðarstovuna í morgun til fyrsta dagin í skúlabólkinum á Lítlafløtti.
- Vit skipa dagin hjá børnunum, sum ganga síðsta árið í barnagarðstovu, eitt sindur øðrvísi við tað, at vit hava skúlabólk fýra dagar um vikuna frá klokkan 10-12.30, harav mikudagur er rørsludagur.
Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu verður sagt, at børnini fara at vitja ymiskar stovnar og skúlan, og árið fer at enda við legu.
Endamálið við skúlabólkinum, sum verður frá september til juni, er at menna tað einstaka barnið og tað sosiala samspælið millum børnini, soleiðis at tey læra at vera góð hvør við annan, læra at samstarva og læra at loysa truplar støður sum kunnu uppstanda.
- Skúlabólkurin er eisini liður í at menna børnini til skúlabyrjan, sigur Sjóvar kommuna.