Menn vilja vera námsfrøðingar

Eftir bara einum ári er talið á monnum á teimum donsku námsfrøðiskúlunum vaksið 28 prosent. Í ár eru 1.371 menn farnir undir útbúgvingina ímóti 1.070 í fjør. Tað skrivar DR og nevnir til samanberingar, at í 2008 fóru bara 575 menn undir at læra til námsfrøðing.

Karen Sjørup á Roskilde Universitets Center sigur við danska kringvarpið, at tað er gott og serliga gott fyri børnini, at fleiri menn velja at læra til námsfrøðing, tí menn hava eina aðra ávirkan á børnini enn kvinnur.

Hinvegin heldur Karen Sjørup, at danskir námsfrøðingar fáa ov lítla løn, og at tað er ein orsøk til, at tað eru lutfalsliga fáir menn, sum útbúgva seg til námsfrøðing.