Alsamt fleiri menn vilja hava konufólk, ið hava hægri útbúgving og fleiri pengar enn teir Áður vóru kvinnur tær, ið hugdu fyrst eftir, hvussu dýrt merkið var á klædninginum hjá manninum, tær høvdu hug á. Nú eru tað menninir, ið hava yvirtikið leiklutin.
Ein kanning hjá Pew Reaserch Center vísur nevnliga, at amerikanskir menn millum 30 og 44 ár vilja giftast við einari kvinnu, ið hevur størri útbúgving og/ella størri inntøku enn hann.
- Tað er sannlíkt, at menn gifta seg við kvinnur, ið hava størri útbúgving og hægri inntøku en teir, og hinvegin velja kvinnur menn við lægri útbúgving og inntøku, sigur Paul Fucito, umboðsmaður fyri Per Research Center.
Øll kanningin kann síggjast her:
pewsocialtrends.org/pubs/750/new-economics-of-marriage