Sjónleikarakvinnan Rachel Weisz er tann kvinnan, ið flest lesarar hjá Esquire vilja hava sum konu. Hon er ikki gift, so neyvan er nakar, ið kann greiða frá, hvussu Rachel er, tá ið hon livur í einum hjúnalagið.
Í seinastu útgávuni av Esquire, har hon er heldur eggjandi ílatin á forsíðuni, verður
Rachel kosin av verða tann kvinnan, sum flest menn vilja giftast við.
Rachel helt ikki, at hon longur hevði áhuga millum menn.
-Hetta er ógvuliga áhugavert. Eg hevði avgjørt verið ein góð kona, men eg eri ikki gift. Eg helt heldur ikki, at menn vóru áhugaði í mær longur, sigur Weisz við Espuire.
Men tað er neyvan nøkur orsøk hjá Rachel at stúra júst enn. Síðani 2001 hevur hon verið saman við Darren Aronofski, sum millum annað er oddamaður handan filmarnar ?Requiem for a Dream? og ?The Wrestler? ,og tey bæði hava ein trý ára gamlan son.
Rachel verður í næstum at síggja í filminum hjá Peter Jackson ?The Lovely Bones?.