Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráð er ein kvinna - og undarligt skuldi verið, um hon ikki er tað. Men á nevndarfundinum mikudagin hin 2. november var nevndin burturav mannað við monnum.
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu verður sagt, at fasta manningin í sosialu nevnd er Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, forkvinna, Atli S. Justinussen, næstformaður, Auðunn Konráðsson, Jákup F. N. Mikkelsen og Steinbjørn O. Jacobsen.
- Eftirsum ein kvinna vanliga situr við borðendan hjá sosialu nevnd, spæla menninir í nevndini vanliga aðruviolin, sum tikið verður til, men hendan dagin hevði forkvinnan forfall av øðrum áleikandi politiskum arbeiði longur suðuri á landi, verður sagt.
Hetta forðaði kortini ikki nevndini at hava góðan fund undir leiðslu av Atla S. Justinussen, næstformanni.
- Jú, menn kunnu sanniliga eisini viðgera tey bleytu virðini, skrivar heimasíðan.
Á myndini, sum varð tikin á nevndarfundinum mikudagin 2. november, síggjast Steinbjørn O. Jacobsen, Atli S. Justinussen, virkandi formaður, Auðunn Konráðsson og Jákup F. N. Mikkelsen.










