Kvinnurnar hava yvirtikið Fróðskaparsetrið – í øllum førum sum lesandi. Av teimum 244, sum hava fingið bjóðað lestrarpláss á Fróðskaparsetrið Føroya komandi lestrarár, eru 69 prosent kvinnur og 31 prosent menn. Tað vil siga at fleiri enn tvey av trimum lesandi á Setrinum eru konufólk.
Í ár er tað bara ein maður, sum hevur fingið í boðið at lesa sjúkrarøktarfrøði. Tað sleppur hann at gera saman við 29 kvinnum. Fýra mans eru slopnir at lesa námsfrøði, saman við 31 kvinnum, og átta sleppa at lesa til lærara saman við 27 kvinnum.
Partur av frágreiðingini er, at tvær av stóru útbúgvingunum, sjúkrarøktarfrøði og námsfrøði, vanliga hava verið mettar at vera kvinnuyrki. Men sjálvt um tær verða tiknar úr hagtølunum, so eru framvegis 61% av teimum lesandi kvinnur.
Fara vit nøkur ártíggju aftur í tíðina, so vóru flestu lærarar menn, men seinastu mongu árini hava kvinnurnar eisini verið í meiriluta á læraraskúlanum.
- Hetta er ein gongd, sum hevur verið áleiðis leingi. Rákið byrjaði í 80’unum og nú eru longu 60 % av lærarunum í føroysku skúlunum kvinnur, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Hann metir hetta vera sera óheppið, tí sjálvandi er ynski, at kynsbýtið í skúlanum skal endurspegla kynsbýtið í samfelagnum annars.
- Børnini fáa eina skeiva mynd av veruleikanum, um tey bara síggja konufólkum rundan um seg. Tí eigur lærarayrkið at endurspegla kynsbýtið í samfelagnum annars. Tað er eisini reint praktiskt neyðugt at hava eitt ávíst tal av mannfólkum í skúlanum. Í ávísum lærugreinum, til dømis svimjing og ítrótti, mugu mannfólk jú vera til staðar, sigur hann.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag heldur, at fyrsta stigið til at broyta um støðuna má vera at hækka lønirnar hjá lærarunum.
- Byrjunarlønin er ikki so øgilig. Tað er so nógv annað at velja í, sum gevur eina betri løn. Lærarayrkið hevði uttan iva verið meiri lokkandi, um lønin var hægri, sigur hann.
Í Vikuskiftissosialinum í dag er stórt tema um Fróðskaparsetrið. Tað vísir seg, at einans helvtin av teimum lesandi fær prógv. Les eisini hvat Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, heldur um skeiva kynsbýtið.