Menn trívast betri í svimjiklæðum enn kvinnur

Nýggj kanning vísir, at bert ein fjórðingur av kvinnum trívast væl í svimjiklæðum.

Menn trívast betri í svimjiklæðum enn kvinnur gera. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Fagblaðið 3F hevur fingið gjørt av Analyse Danmark. Kanningin vísir, at áleið helmingurin av teimum monnunum, sum eru spurdir, trívast væl í svimjiklæðum, meðan bert ein fjórðingur av kvinnunum, sum eru spurdar, trívast í svimjiklæðunum. 

 

Sambært granskarunum, sum fagblaðið hevur tosað við, er orsøkin, at umheimurin í størri mun mátar kvinnur upp á teirra útsjónd. - Tá ið ein maður er í størra lagi, er ein jalig frágreiðing. Hann arbeiðir hart, brúkar tíð upp á børnini ella hugnar sær við vinunum. Ein kvinna er harafturímóti dovin og næstan býtt, um hon vigar og nógv, sigur Christian Groes, lektari á Roskilde Universitet við 3F. 

 

Hann heldur, at kroppurin í stóran mun ikki er tikin við í javnsstøðustríðið. - Tað er lættari at lóggeva um løn og rættindi. Men hvussu skal man lóggeva um sjón upp á kroppin? Tað er sera trupult, sigur hann. 

 

Kanningin, sum 3F útgevur vísir, at triðja hvør kvinna beinleiðis hevur tað illa í bikini ella svimjidrakt, meðan talan bert er um tíggjunda hvønn mann. Ole B. Jensen, professari í Aalborg Universitet, sigur við 3F, at orsøkin er, at móta og vakurleikaídnaðurin er málrættaður til kvinnur, og hesin livir í stóran mun av ringari samvitsku.

 

- Hygg eftir kvinnubløðum í handlunum. Hvør høgtíð hevur slanki-vegleiðingar. "Blív klár til strondina skjótt" ella "blaka jólakiloini". Tað er nærum ikki møguligt at keypa eitt kvinnublað uttan slankivegleiðingar. Samfelagið pískar kvinnur til vakurleika, sigur hann við 3F. 

 


- Kvinnur verða mettar út frá útsjónd, meðan menn verða mettir út frá eginleikum. Ein kvinna er vøkur ella ljót. Men ein maður hevur ikki stórar vøddar. Hann er sterkur. Tað er ein eginleiki. Tí kann hann vera leysur í kroppinum, men klókur. Ein kvinna verður í stóran mun mett av um hon er vøkur ella ljót, sigur Helle Høstrup, sum er atropolog og hevur starvast við kvinnum og heilsu.