»Menn, sum hata kvinnur« til Føroyar

Fríggjakvøldið fáa føroyingar høvi at síggja stórfilmin ?Menn sum hata kvinnur? og hoyra Jógvan Isaksen halda fyrilestur um nógv umrøddu krimisøguna eftir Stieg Larsson Fríggjakvøldið 27. februar 2009 kl 19:00 skipar 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu fyri gallasýning í Havnar Bio, skrivar heimsíðan www.torshavn.fo

Sýningin byggir á mest læntu bókina á Býarbókasavninum í Havn »Menn, sum hata kvinnur«, sum er krimisøga eftir Stieg Larsson. Fyri frumsýningina heldur føroyski krimihøvundurin Jógvan Isaksen fyrilestur um filmin og krimisøguna.

- Eg vænti at hesin filmur verður millum fimm teir bestu í ár, og tað er sjálsamt fyri ein film, sum ikki er amerikanskur, sigur Jákup Eli Jacobsen leiðari í Havnar Bio.

- Føroyskir biografgangarar vilja hava amerikanskar filmar. Men hesin filmur skilir seg greitt úr mongdini, sigur Jákup Eli undan frumsýningini..

Bókin, sum filmurin byggir á, er hin mest selda í Norðanlondum og samstundis hin mest lænta á Býarbókasavninum í Havn, sum í ár hevur 40 ár á baki.

100 ára haldið hjá Tórshavnar kommuna vil við hesi sýning varpa ljós á bæði tænastur hjá kommunala Býarbókasavninum og tað mentanarvirksemi, ið fer fram í biografmyrkrinum í Havn.