“Skal eg hjálpa tær við døgurðanum?”
Týtt: Hví er døgurðin ikki longu á borðinum?
“Tað tekur ov langa tíð at forklára tær tað”
Týtt: Eg havi ikki ánilsi fyri, hvussu tað hongur saman.
“Hatta ljóðar áhugavert, góða”
Týtt: Snakkar tú enn?
“Nú mást tú ikki stressa teg”
Týtt: Eg hoyri ikki ljóðið frá fótbóltsdystinum fyri støvsúgvaranum.
“Hatta er eitt mannfólkating”
Týtt: Tað er avgjørt eingin skilagóður samanhangur í tí, og eingin skilur nakað av tí.
“Eg finni tað ikki”
Týtt: Tað datt ikki niður í mínar opnu hendur, og eg tími ikki at leita. Kanst tú ikki finna tað fyri meg?
“Hvat havi eg nú gjørt skeivt?”
Týtt: Hvat hevur tú nú funnið út av, at eg havi gjørt skeivt?
“Eg hoyri teg”
Týtt: Eg hoyrdi ikki ein pinn av tí, sum tú segði, og eg hopi ikki, at tú spyrt meg aftur um tað, tí so verði eg avdúkaður.
“Tú sært gott út í hasum”
Týtt: Vælsignaða, gevst og skift klæðir. Kom avstað, eg eri gorhungraður nú.
“Eg eri ikki vilstur. Eg veit akkurát, hvar vit eru”
Týtt: Eingin sær okkum á lívi aftur!










