Menn shoppa meira enn kvinnur á netinum

Norðurlendskir menn eru raskari enn kvinnurnar at keypa á internetinum, vísir ein nýggj uppgerð Ein uppgerð hjá DIBS Payment Service vísir, at norðurlendingar eru sera raskir at keypa vørur á internetinum - og menninir eru frammanfyri kvinnurnar, tá ið tað kemur til shopping á internetinum.

Menn keypa serliga elektroniskar vørur og tænastur, meðan kvinnurnar keypa klæði, skógvar og ferðir.

Uppgerðin hjá DIBS Payment Service visir, at 86 prosent av norðurlendingunum hava atgongd til internet og brúka tað regluliga, og tað er helst hægsta tal í heiminum, verður sagt.