Menn millum 45 og 54 ár koyra best

Í FDM limablaðnum, Motor, hava teir roknað uppá tølini frá Danmarks Statistik um ferðslu. Úrslitið teir komu til varð, at menn millum 45 og 54 ár koyra tryggast, samstundis sum ungir menn millum 18 og 24 ár eru teir hættisligastu í ferðsluni

Bilførarar í aldursbólkinum millum 45 og 54 ár koyra flestar kilometrar, áðrenn teir koma út fyri einum ferðsluóhappi við persónsskaða. Útrokningarnar eru gjørdar við miðaltølum fyri ferðsluóhapp við persónsskaða og talið av koyrdum kilometrum í árunum frá 1998-2000, deilt uppá aldursbólkar og kyn.
Teir hættisligastu bilførararnir eru ung og eldri av báðum kynum. Menn millum 18 og 24 ár eru teir hættisligastu í ferðsluni, bæði fyri seg sjálvar og onnur. 10.000 menn í hesum aldursbólkinum koyrdu einans 136 km, áðrenn eina teirra kom út fyri einum ferðsluóhappi. Talið hjá monnum millum 45 og 54 er fimm ferðir hægri. Samanumtikið koyra kvinnur longri enn menn, áðrenn tær koma út fyri einum ferðsluóhappi við personsskaða.
Kelda: FDM / Motor