Menn, kvinnur og alkohol

Sauna og rennitúrar hjálpa ikki upp á forbrenningina, um onkur skuldi verið freistaður til at hildi tað.

Um ein kvinna og ein maður drekka somu nøgd av alkoholi, fær kvinnan nakað hægri promillu. Orsøkin er at alkoholið delir seg í vevnaðin í kroppinum, sum innihendur vatn. Menn hava ofta meira vøddatilfar enn kvinnur og tí meira kropsvevna at deila alkoholið í . Alkoholið verður tí eisini meira tynt í kroppinum hjá einum manni enn eini kvinnu.

Afturat hesum hava menn ofta meira enzymir í magasekkinum, sum niðurbróta alkohol. Hetta hevur við sær, at alkoholið sum menn drekka ikki kemur út í blóðrenslið.

Tá talan er um alkohol, sum er upptikið í blóðið, fellur promillan við 0,15 promillu um tíman hjá bæði kvinnum og monnum.

Kelda: Dagens Medisin